Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Á Havnar Fysioterapi hava við góðar umstøður at hava bólkavenjingar. Vit hava eitt vælútgjørt venjingarhølið uppá 70m2 og tvey skiftirúm við brúsum.

Her er bæði møguleiki fyri einstaklingavenjingum og bólkavenjingum.

Tað vil altíð vera ein fysioterapeutur, sum stendur fyri venjingini. Hettar tryggjar best hóskandi vegleiðing til tann einstaka.

Um tú hevur serliga sjúku td. hjartasjúku, parkinson, sclerose. KOL, krabbamein, slitgikt so hava vit eisini diagnosuspecifikkar venjingarbólkar.

Tað eru millum 6-10 fólk í hvørjum bólki. Um hetta hevur áhuga, ella hevur tú fleiri spurningar, set teg so í samband við okkum.