Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo
Rygg bólkur

Hettar er ein bólkur fyri tey, sum hava havt ryggja- og nakkatrupuleikar í longri tíð. Møguliga hevur tú fyrst fingið viðgerð hjá einum fysioterapeuti, og vilt síðan hava gott av uppvenjing í nakrar vikur ella mánaðir aftaná.

Áðrenn tú fært loyvi at byrja í bólkinum, skalt tú gjøgnum eina gjølla fysioterapeutiska kanning hjá einum av okkara fysioterapeutum. Hettar fyri at tryggja at tú ert egna/ur at koma við í bólkin, og fyri at tú skalt fáa sum best burturúr.

Vænt verður 2 ferðir 1 tíma um vikuna í 12 vikur.

Ring 312131 fyri at frætta meir.