Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Ergonomi

Ergonomi til fyritøkur

Tá tað snýr seg um ergonomiska vegleiðing, er Havnar Fysioterapi tykkum til hjálpar.

Frá okkum fáa tit fakliga vegleiðing um, hvussu tit fyribyrgja skaðum og nýta innbúgvið rætt.

Til dømis kunnu tit fáa vitjan á arbeiðsplássinum til at stilla arbeiðstólini rætt inn, soleiðis at tey gagnnýtist best møguligt. Um vit halda at tørvur er á broytingum, so koma vit eisini við uppskot til broytingar.

Til ber eisini hjá einstaklingum og bólkum at fáa venjingarskráir, ið fremja fyribyrging og vælveru á arbeiðsplássinum.