Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Havnar Fysioterapi

Á Havnar Fysioterapi starvast í dag 6 fysioterapeutar og ein klinikkskrivari.

Vit eru eitt toymi av fysioterapeutum, sum seta okkara fakliga førleika og góðskuna i okkara viðgerðum í hásæti. Vit eftirútbúgva okkum leypandi við at ganga á skeiðir bæði innan- og uttanlanda.

Sum bólkur hava vit nógvar ymiskar royndir, og vit brúka hvønn annan við at vegleiða og luttaka í viðgerðini hjá hvørjum øðrum. Vit hava somuleiðis regluliga innanhýsis undirvísing. Hettar gera vit fyri alla tíðina at veita bestu viðgerðina.

Eisini luttaka vit á altjóða ráðstevnum fyri at vera kunnaði um tað nýggjasta innan gransking og tað nýggjastu vitanina um trupuleikar í rørslulagnum.

Leiðarar á klinikkini eru Klæmint Isaksen Dip.MDT og Hjørleif Niclasen Cert.MDT, MFE.