Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 fysioterapi@fysioterapi.fo

Á klinikkini hava vit ein fysioterapeut við serkunnleika innan barnaviðgerð, og ein sum er í gongd við at útbúgva seg innan viðgerð av børnum við serligum tørvi.

Endamálið við viðgerðini er hjálp til sjálvhjálp. Vit royna at geva børnunum nøkur kropslig amboð, sum kunnu nýtast í tí dagliga.

Børn, ið hava motoriskar trupuleikar, kunnu hava gagn av fysioterapeutiskari viðgerð. Kropslig venjing kann verða ein háttur at betra førleikan, og kann hettar í fleiri førum hava positiva ávirkan á menningina sum heild.

Aktuelt er ongin fæstur fysioterapeutur á Klinikkini, sum burturav arbeiðir við børnum.