Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 fysioterapi@fysioterapi.fo

SchockwaveÁ Havnar Fysioterapi kunnu vit bjóða ESWT, ið stendur fyri EkstraCorporal ShockWave Terapi t.v.s. trýstbylgju viðgerð.

Trýstbylgjurnar vera sendar inn í vevnaðin, sum skal viðgerðast, við einum Shockwave tóli, ið sendir nógvar trykkbylgir inn í kroppin í 5– 10 minuttir. Hettar viðførir eina inflamatiónslíknandi reaktión í vevnaðinum, ið skal viðgerðast. Kroppurin ávirkast við at økja um blóðrenslið og stoffskifti í umráðnum og hettar er so við til at skunda undir lekingargongdina hjá kroppinum. Trýstbylgjurnar niðurbróta møguligar kálksetingar og tann skadda vevnaðin.

Dømir um hvat trýstbylgjuviðgerð kann vera hóskandi til eru radial og ulnar epicondylitis (tennisalboga og golfalboga), ymiskar akslatrupuleikar, vøddaskaðar, Jumpers knee, hælsenu trupuleikar, hælsporar, plantarfascitis (spongin undir fótinum), bursitis trochanterica, periostiitis/shin splints (”skinnabeinsbetendilsi”).