

Elsbet er útbúgvin Prof. Bachelor í fysioterapi frá University College Nordjylland í januar 2024. Síðan tá hevur hon verið í einum farloyvisstarvi sum fysioterapeutur á psykiatriska depilinum á Landssjúkrahúsinum frá februar – august í 2024 og eftir hetta hevur hon starvast í frítíðarskúla, har hon hevur nýtt sínar fysioterapeutisku kompetensir, serliga við samskifti og sansastimbran hjá børnum.
Elsbet kemur at taka sær av Pilates og Mindfulness bólkavenjingunum hjá okkum.