Trine er útbúgvin fysioterapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2000. Trine hevur síðan arbeitt øll árini á privatklinikk, fyrst 10 ár í Danmark og seinastu 6 árini í Svøríki.
Serligi áhugin hjá Trinu er viðgerð av smábørnum við torticollis (skeivum nakka) og við cranie asymmetri (skeivum høvdi). Og viðgerð av kvinnum við kokubotnstrupuleikum í samband við graviditet og annað. Eisini mannfólk, ið av onkrari orsøk hava trupuleikar við at “halda tætt” ella annað eftir t.d. sjúku og skurðviðgerð, kunnu møguliga fáa hjálp hjá okkum.
Trine hevur serútbúgving innan hettar øki og er sostatt góðkend Uro-Gyn-Obs fysioterapeutur, ið stendur fyri Urologisk, Gynækologisk og Obstetrisk Fysioterapi
Harumframt hevur Trine lisið Osteopati við The International Academy of Osteopathy fra Ghent í Belgien og tikið nógv skeiðir innan akupunktur, ið hon mest brúkar til pínuviðgerð.
Fysioterapeutur, UroGynObs, Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg
Teldupostur: trine@fysioterapi.fo