Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Arbeiðspláss

Gera tit nakað við sunnheit á arbeiðsplássinum? – Nú er møguleikin her.

Vit á Havnar Fysioterapi bjóða okkum til at skipa fyri venjingum til starvsfólk tykkara. Venjingin kann ganga fyri seg í okkara vælegnaða venjingarrúmið, har upp til 10 persónar kunnu venja samstundis. Venjingin kann eisini ganga fyri seg úti á arbeiðsplássinum, um umstøðurnar eru til tað.

Tit kunnu leiga tykkum inn í okkara venjingarhølið til ein ella tveir tímar um vikuna.

Venjingin er sunn fyri hvønn einstakan, og kann eisini vera eitt gott ískoyti til tann sosiala partin á arbeiðsplássinum. Somuleiðis kann hettar vera ein góður inngangsvinkul til sunnheit á arbeiðsplássinum í aðrar mátar.

Venjingin økir um trivnaðin á arbeiðsplássinum og minkar um sjúkrafráverðu.

Ring á +298 31 21 31 fyri at frætta nærri ella set teg í samband við okkum.

Back To Top