Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/fysioterapi.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2715
Ergonomi – Havnar Fysioterapi
Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Ergonomi

Ergonomi til fyritøkur

Tá tað snýr seg um ergonomiska vegleiðing, er Havnar Fysioterapi tykkum til hjálpar.

Frá okkum fáa tit fakliga vegleiðing um, hvussu tit fyribyrgja arbeiðsskaðar og nýta innbúgvið rætt.

Til dømis kunnu tit fáa vitjan á arbeiðsplássinum til at stilla arbeiðstólini rætt inn, soleiðis at tey gagnnýtast best møguligt. Um vit halda at tørvur er á broytingum, so koma vit eisini við uppskotum til broytingar.

Til ber eisini hjá einstaklingum og bólkum at fáa venjingarskráir, ið fremja fyribyrging og vælveru á arbeiðsplássinum.

Harumframt er møguleiki at hava bólkavenjingar fyri starvsfólkum tykkara í venjingarsali okkara á Havnar Fysioterapi ella í Vælveru Fitness.