Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Hent at vita

Fyrsta viðtala

Tá tú kemur til fyrstu viðtalu á klinikkini, skal tú lata inn ávísingarseðilin frá læknanum til klinikkskrivarin. Skrivarin syrgir fyri at skráseta teg í okkara telduskipan.

Heilsutrygd rindar 50 % av viðgerðarkostnaðinum, um tú hevur eina ávísning frá læknanum.

Kanning

Við støði í læknaávísingini ger fysioterapeuturin eina gjølla kanning. Henda innleiðandi kanning hevur sera stóran týdning, tí hon er grundarlagi undir tí framhaldandi viðgerðini.

Undirskrift

Tá tú fært eina rokning/kvittan frá klinikkini, skal tú undirskriva rokningina/kvittanina. Rokningseintaki hjá klinikkini er skjalprógv fyri, at tú hevur fingið lýstu viðgerðina, og er eisini grundarlagi undir tilskotinum frá Heislutrygd.

Gjald

Viðgerðarkostnaðurin er fastsettur í sáttmálanum millum Heilsutrygd og felagnum hjá Føroyskum Fysioterapeutum (FF). Pr. 1. apríl 2014 er taksturin kr. 106,00 pr. viðgerðareind. Tær flestu viðgerðirnar kosta 3 ella 4 eindir, men kunnu kosta meira og í einkultum førum minni. Um onnur avtala ikki er gjørd millum fysioterapeutin og teg, skal tú gjalda eftir hvørja viðgerð. Tosað við fysioterapeutin um øll hesu viðurskiftið. Tú kanst gjalda kontant, við FR-korti ella flyta peningin gjøgnum bankan. Um viðgerðin verður goldin av øðrum enn tær sjálvum, skal fysioterapeuturin hava skrivliga fráboðan um hettar í samband við fyrstu viðtalu.

Løk

Tær nýtist ikki at taka lak ella handklæði við.

Avboð

Um tú skal geva avboð til eina viðgerð, skal tað gerast dagin innan ella í seinasta lagi kl. 9.00 viðgerðardagin. Frávera uttan avboð ella ov seint givið avboð kostar pr. 1. apríl 2014 kr. 163,00 , sum Heilsutrygd onki gjaldur aftur av.

Back To Top