Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/fysioterapi.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2715
Beinbroyskni (Osteoporosa) – Havnar Fysioterapi
Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Á klinikkum okkara hava vit sett okkum serliga væl inn í osteoporosu/beinbroyskni og osteopeni. M.a. hevur Klæmint Isaksen FT, Dip.MDT, Cert.Klinikari verið á skeiðum hjá Danske Fysioterapeuter og Videncenter for Knoglesundhed um osteoporosu. Skeiðini vóru hildin í august, septembur og novembur 2021 og gjøgnumgingu nýggjastu vitanina og leiðreglurnar frá Sundhedsstyrelsen innan ostoeporosu. Hettar er sera týdningarmikil vitan, ið hevur havt stóra ávirkan á nýggjastu tilmælini, ið eru nógv broytt (til tað betra) innan kropsliga venjing hjá fólki við beinbroyskni. Tað er eisini týdningarmikið at kunnað fólki við beinbroyskni væl um nýggjastu vitanina um avkálking/úrkálking, kost, kostískoyti, medisin, vitaminir, persónligar venjingingar og bólkavenjingar o.m.a.. Tað handlar nógv um at stuðla og kunna um hvat ein kann eftir at mann hevur fingið staðfest beinbroyskni. Osteoporosa og osteopeni kann staðfestast á ymiskan hátt og enn er DXA skanningar, ið vísir  Bone Mineral Density (BMD) umvegis ein T-score og Z-score í mun til tað normala hjá einum 30 ár gomlum persóni, “golden standard”.  Men DXA skanningar kunnu ikki standa aleina,  tað eru nógvir aðrir faktorar, ið spæla inn. Ofta standa fólk spyrjandi tá tey fáa svar uppá eina DXA skanning, tí tey ikki fáa eina gjølla frágreiðing um hvat tað merkir og hvørjar møguligar fylgir skanningssvarið hevur fyri tey.

Nýggjastu leiðreglurnar og  tilmælini frá Sundhedsstyrelsen eru, at flestu fólk við beinbroyskni kunnu nógv meira enn hildi hevur verið áður. Men tað er sera týdningarmikið at gera hettar í samstarvið við fysioterapeuti og lækna, ið veruliga hava skil fyri hesum umráðnum, soleiðis at viðgerðin við m.a. venjingum verður tilrættar lagt til hvønn einsæris. Tá tað snýr seg um holdveningar er tað somuleiðis týdningarmikið at mann kemur á tey røttu holdini í samstarvið við fakpersón, ið veruliga veit nakað um osteoporosu.