Vit eru eitt toymið av fysioterapeutum, sum seta okkara fakliga førleika og góðskuna í okkara viðgerðum í hásætið. Vit eftirútbúgva okkum støðugt við skeiðum bæði innan- og uttanlanda.
Sum bólkur hava vit nógvar ymiskar royndir, og vit brúka hvønn annan, við at vegleiða og luttaka í viðgerðini hjá hvørjum øðrum. Vit hava somuleiðis regluliga innanhýsis undirvísing. Hettar gera vit fyri alla tíðina at veita bestu viðgerðina.
Eisini luttaka vit á altjóða ráðstevnum, fyri at vera kunnaði um tað nýggjasta innan gransking og tað nýggjastu vitanina um trupuleikar í rørslulagnum.
Á Havnar Fysioterapi er tað eitt krav at allir fysioterapeutar skulu útbúgva seg innan Mechanical Diagnosis and Therapy, McKenzie Klassifikatiónssysteminum, og sum minimum takað grundútbúgvingina Cert.MDT.
Sum einasta klinikk í landinum og sum ein av teim fáu í hesum vælútbúgna selskapinum í heiminum, er Havnar Fysioterapi góðkend McKenzie Klinikk, Certified McKenzie Clinic .