Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/fysioterapi.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2715
Um Havnar Fysioterapi – Havnar Fysioterapi
Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 fysioterapi@fysioterapi.fo

Havnar Fysioterapi

Á Havnar Fysioterapi starvast í dag 7 fysioterapeutar, ein fysiurgiskur massørur og ein klinikkskrivari.

Vit eru eitt toymi, sum seta okkara fakliga førleika og góðskuna i okkara viðgerðum í hásæti. Nøkur av okkum hava langar viðkomandi eftirútbúgvar, onnur eru í gongd við tílíkar og vit øll eru javnan á skeiðum bæði innan- og uttanlanda innan umráðir, ið hava okkara áhuga.

Sum bólkur hava vit nógvar ymiskar royndir, og vit brúka hvønn annan við at vegleiða og luttaka í viðgerðini hjá hvørjum øðrum. Vit hava somuleiðis regluliga innanhýsis undirvísing. Hettar gera vit fyri alla tíðina at veita bestu viðgerðina.

Eisini luttaka vit á altjóða ráðstevnum fyri at vera kunnaði um tað nýggjasta innan gransking og tað nýggjastu vitanina um trupuleikar í rørslulagnum.

Leiðarar á klinikkini eru Klæmint Isaksen FT, Dip.MDT, Cert.Klinikari og Hjørleif Niclasen FT, Cert.MDT, MFE.