Bólkavenjingar fyri hjartasjúklingar
Bólkavenjingin er til tín, sum er rakt/ur av hjartasjúkum og t.d. hevur fingið ballón ella By-pass skurðviðgerð.
Venjingin er løgd til rættis av fysioterapeutum, ið hava nomið sær útbúgving á lærdum háskúla innan venjing og heilsu.
Vit leggja til rættis og vegleiða teg í einari nágreiniligari venjingarskrá. Venjingin tekur útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka.
Pláss er fyri 6 luttakarum á hvørjum liði.
Venjingin er 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Ein kanning verður gjørd áðrenn fyrstu venjing og aftaná 10 vikur.
Eitt munadygt venjingarsekið er við til at tryggja tær ein øktan førleika at klára gerandisdagin og hjálpa við at fyribrygja hjáárin av sjúkuni.