Langtíðarskaðar
Ítróttarfeløg hava nú møguleikan at tekna seg til eina skipan vit hava í samband við langtíðarskædd ítróttarfólk.
Tvær ferðir ein tíma um vikuna hava vit eitt hold til ítróttarfólk, ið hava brúk fyri málrættaðari uppvenjing aftaná skaðar, sum
oftani hava langa tíð um at koma fyri seg.
Vit tryggja, at hvør einkultur persónur fær fullgóða uppvenjing av sínum skaða.
Hettar gera vit við, at ein fysioterapeutur altíð stendur fyri uppvenjingini, og alla tíðina fylgir við hvussu tað gongur hjá hvørjum einstakum. Somuleiðis hava vit eitt tætt samskiftið
við venjarin hjá viðkomandi.
Ítróttarfólkini nýtast ikki at hava gingið til viðgerðar hjá okkum fyri at koma við í skipanina. Men, innan viðkomandi kann byrja á uppvenjingarholdinum, skulu øll ígjøgnum eina gjølla kanning hjá einum av okkara fysioterapeutum.
Ring fyri at frætta nærri.