Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Samstarv við Budolfi Privatsjúkrahús

Havnar Fysioterapi og FysioFøroyar hava eitt tætt samstarv við Yvirlækna í Neurokirurgi Morten Zebitz Steiness frá Budolfi Privatsjúkrahúsinum, ið hevur eina sera vælútgjørda ryggjamiðstøð við øllum hugsandi hentleikum við eina ørgrynnu av útgreinar- og viðgerðarmøguleikum. Til dømis kann nevnast kikara skurðviðgerð av rygginum, sum er ein nýmótans og framkomin sera varisligur teknikkur til at skera burtur diskusprolapsar í lendunum.

Á Budolfi Privasjúkrahúsinum verður útgreinan og viðgerðin altíð gjørd í einum tvørfakligum umhvørvi, har felagsáhugin hjá øllum pørtum av starvsfólkunum er at finnað tann besta og mest varisliga háttin at viðgerða tín rygg.
Hesum er Kæmint Isaksen fysioterapeutur, Dip.MDT, Cert.klinikari frá Havnar Fysioterapi og FysioFøroyum ein partur av.

Á Budolfi Privasjúkrahúsinum er skurðviðgerð altíð tað absolutt síðsta ”skoti í byrsuni”. Tey ráða yvir fleiri aðrar effektivar viðgerðir, innan tað møguliga endar við skurðviðgerð.
Les meira her: https://budolfiprivathospital.dk/rygcenter/

Back To Top