Mechanical Diagnosis and Therapy
Á klinikkini eru vit eitt toymi av fysioterapeutum við servitan innan vødda- og rørslulagi. Hesa servitanina hava vit ogna okkum við at luttaka á skeiðum og útbúgvingum á hægsta stigi 1 til 4 ferðir á hvørjum ári, ígjøgnum mong ár.
Fýra av fysioterapeutunum hava eksamiu í Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie). Tríggir, Hjørleif Niclasen, Beinta B. Laursen og Jóan Magnus Lamhauge Dalbø, hava grundútbúgvingina Cert.MDT og ein, Klæmint Isaksen, hevur hægstu útbúgvingina Dip.MDT. Allir hinir fysioterapeutarnir á klinikkini eru undir útbúgving í MDT hjá Internationala McKenzieinstituttinum í Danmark.
Mechanical Diagnosis and Therapy (MDT) er ein háttur at kanna, sjúkuavgerða og viðgerða trupuleikar frá kroppinum, sum í metingini hjá dansk Medicinsk Teknologi Vurdering (MTV-rapporten) frá 2000, fekk metingina sum besta amboð til at avgerða ryggjatrupuleikar uppá. MDT kanningar- og viðgerðarhátturin er somuleiðis sera væl egnaður til ekstremitetirnar (armar og bein) og ítróttarskaðar. MDT klassifikatiónssystemið hevur í nógvum kanningum prógva sítt virði til bæði akuttar, sub-akuttar og kroniskar trupuleikar, og er í heila tikið ein tann best dokumenteraði kliniski kanningarhátturin av muskuloskeletalum trupuleikum yvirhøvur.
Einans fysioterapeutar / læknar / kiropraktorar, sum hava heitið Cert.MDT ella Dip.MDT, kunnu kannað og viðgerða eftir McKenzie Klassifikatiónssysteminum. Serliga persónar við hægstu útbúgvingini, Dip.MDT, hava fullan førleika innan McKenzie Klassifikatióssystemið.
Les meira um MDT á mckenzie.dk og mckenziemdt.org