Hent at vita
Fyrsta viðtala
Tá tú kemur til fyrstu viðtalu á klinikkini, skal tú lata inn ávísingarseðilin frá læknanum til klinikkskrivarin. Skrivarin syrgir fyri at skráseta teg í okkara telduskipan.
Heilsutrygd rindar 50 % av viðgerðarkostnaðinum, um tú hevur eina ávísning frá læknanum.
Kanning
Við støði í læknaávísingini ger fysioterapeuturin eina gjølla kanning. Henda innleiðandi kanning hevur sera stóran týdning, tí hon er grundarlagi undir tí framhaldandi viðgerðini.
Undirskrift
Tá tú fært eina rokning/kvittan frá klinikkini, skal tú undirskriva rokningina/kvittanina. Rokningseintaki hjá klinikkini er skjalprógv fyri, at tú hevur fingið lýstu viðgerðina, og er eisini grundarlagi undir tilskotinum frá Heislutrygd.
Gjald
Viðgerðarkostnaðurin er fastsettur í sáttmálanum millum Heilsutrygd og felagnum hjá Føroyskum Fysioterapeutum (FF). Pr. 1. oktobur 2024 er taksturin kr. 133,50 pr. viðgerðareind. Tær flestu viðgerðirnar kosta 3 ella 4 eindir, men kunnu kosta meira og í einkultum førum minni. Um onnur avtala ikki er gjørd millum fysioterapeutin og teg, skal tú gjalda eftir hvørja viðgerð. Tosað við fysioterapeutin um øll hesu viðurskiftið. Tú kanst gjalda kontant, við FR-korti ella flyta peningin gjøgnum bankan. Um viðgerðin verður goldin av øðrum enn tær sjálvum, skal fysioterapeuturin hava skrivliga fráboðan um hettar í samband við fyrstu viðtalu.
Í samband við byrjan av einari viðgerðartilgongd (hvørja ferð byrja verður uppá eina nýggja ávísing), verður eitt avgreiðslugjalda á kr. 25,00 at gjalda (Heilsutrygd gjaldur Heilsutrygd onki av.
Í samband við brúk av Shockwave, verður eitt eyka gjald á kr. 200,00 at gjalda, útyvir vanliga viðgerðarkostnaðin fyri tað viðtaluna.
Løk
Tær nýtist ikki at taka lak ella handklæði við.
Avboð
Um tú skal geva avboð til eina viðgerð, skal tað gerast dagin innan ella í seinasta lagi kl. 9.00 viðgerðardagin. Frávera uttan avboð ella ov seint givið avboð kostar pr. 1. oktobur 2024 kr. 300,00 , sum Heilsutrygd onki gjaldur aftur av.