Viðgerðargongdin á Havnar Fysioterapi
Fysioterapeuturin gerð altíð eina innleiðandi kanning, sum tekur støði í ávísingini frá læknanum. Tann gjølla fysioterapeutiska kanningin, ið leggur grundarlagi fyri viðgerðini, verður gjørd út frá McKenzie kanningarháttinum. Hettar tryggjar innleiðandi kanningin og eftirfylgjandi viðgerðirnar vera gjørdar á besta hátt.
Nágreinilig upplýsing og ráðgeving um orsøkina til tínar trupuleikar hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini. Tær flestu orsøkirnar til trupuleikar í vøddum og liðum koma av lívshátti okkara. Tí er tað av stórum týdningi at broyta og rætta uppá tær orsøkir, soleiðis at vit ikki koma í somu trupuleikar aftur.
Vegleiðing um hvat tú sjálv/ur kannst gera fyri at fremja viðgerðargongdina av tínum trupuleikum. Hettar kunnu vera leiðbeiningar í einum ella tveimum serstakum venjingum, sum skulu venjast ofta og gjølla heima.
Manuel viðgerð, sum til dømis handaviðgerð, liðmobiliseringar og liðmanipulatiónir eru oftani ein týdningarmikil partur av viðgerðini.
Møgulig uppvenjing í okkara venjingarrúmið. Serliga í samband við longrivarandi, afturvendandi ella kroniskar trupuleikar kann tað vera hóskandi við gjøllari og málrættaðri venjing. Meira um hettar undir Uppvenjing
Um vit meta at tú hevur brúk fyri nærri kanningum hjá tínum lækna, serlækna ella á sjúkrahúsi, vilja vit á Havnar Fysioterapi virka fyri hesum samarbeiði.