Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |
Ítróttarskaðar

Ein stórur partur av virksemi okkara hevur við ítróttarskaðar at gera. Vit hava stóra vitan innan hetta øki, og fleiri av okkara fysioterapeutum hava eisini útbúgvið seg innan hetta økið.

Vit viðgerða bæði akuttar skaðar og yvirbelastningsskaðar. Akuttir skaðar kunnu vera alt frá fiburskaðum í vøddum og spengrum, koykingar í fótliðum, fingrum, knøum v.m., til hald í lendum ella nakka. Yvirbelastningsskaðar sita ofta í spengrum og liðum, og útviklast sum oftast yvir longri tíð. T.d. kunnu nevnast lyskuskaðar, tennisalbogar, akslaskaðar, hælsenur.

Vit fáast nógv við hesar ítóttargreinar: Fótbólt, flogbólt, hondbólt, frælsan ítrótt, svimjing, fimleik, kapprógving, badminton, kurvabólt, ymiskan styrkiítrótt.

Back To Top