Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Nadine Foster NIHR Professor of Musculoskeletal Health in Primary Care, Arthritis Research UK Primary CareCenter, Primary Care Sciences, Keele University UK.

Nadine Foster hevði ein sera spennandifyrilestur við heitinum “Obstacles to Recovery in Low Back Pain – Time to Focuson Key Factors”. Hon greiddi frá einum “screeningstólið” fyri psykologiskar faktorar, sum eitur STarTback screening tool. Her vera sjúklingarnir deildir upp í tríggjar vandabólkar.

Hon innleiddi við at man leingi hevur vita,at tá man viðgerð fólk við lendapínu (LBP), so kunnu tey sokallaðu gulufløggini, sum hava við teir psykosocialufaktorarnar at gera, vera ein forðing fyri leking. Tey tykjast at hava týdningfyri um fólk gerast kronikara og “disability” (Foster et al 2008; Grotle et al2010). Tí viðmæla flestu guidlines at tað verður screena fyri hesi fyribrygdi.

Í litteraturinum vera fleiri ymiskirfaktorar koyrdir undir psykosocialu faktorarnar, sum kunnu hava neiliga ávirkan á viðgerðarúrsliti. Nevnast kunnu angist, depressión,fear avoidance, katastroferisering, self-efficacy, arbeiðsgleði, socialisolering, forvantningar til viðgerðúrslitið v.m.

Í tí dagliga arbeiðnum á klinikkini er taðikki altíð so lætt at fáa allar hesar faktorar við. Tíverri hava klinikarar sumoftast ógvuliga avmarkaða vitan um hvørji av hesum viðurskiftum, um nakað yvirhøvur, er tað mesttýdningarmikla at fokusera uppá ella screena í tí dagliga arbeiðnum áklinikkini. Hetta kemst av, at tað bara finnast fáar praktiskar guidelines ella“easy to use” amboð, sum lutfallsligalætt kunnu eyðmerkja hesar faktorar. Tað eru eisini bert fáar kanningar, sumhava roynt at avgera/bestemma tann explicitta týdningin av teim einkultufaktorunum, og teirra møguligu ávirkan á eitt gott enda viðgerðarúrslit (Fosteret al 2010). Tí er núverandi háttur, sum teir psykosocialu faktorarnir antinscreenast eftir ella addresserast, heldur ikki yvirraskandi.

Hóast fakta omanfyri, so halda flestuhealt-care professionals (HCP), at tey intuitivt kunnu eyðmerkja teir sjúklingarvið LBP, sum hava eina ringa prognosu. Tíverri er fakta, at akkurát hesirsjúklingar, eru rættuliga torførir at spotta og HCP gera eisini ymiskar, og áongan hátt eins, risikometingar, tá tey aleina brúka teirra intuitión (Hill etal 2010). Klinikarar síggja og viga teir ymisku psykosocialu faktorarnar ymisktog eru oftani ikki samdir.

Nadine nevndi ymiskar kanningar og cases,sum júst vístu hvussu rótut hettar umráðið er. Hon og hennar granskingartoymiðhava í teirra gransking tí hugt at teim multivariablu faktorunum, og eru komintil tað niðurstøðu, at teir 2 týdningarmiklastu psykosocialu faktorarnir ,sum hava endaliga týdning fyri eitt ávíst viðgerðarúrslit eru:

1) Forvantningurinhjá sjúklinginum til hvussu leingi hettar forløbi vil vara – altsoforvantningarir til framtíðina.

2) Pínu intensiteturin.

Hesir 2 faktorarnir eru signifikantir. Taðmerkir ikki at hinir faktorarnir ikki eisini kunnu hava ávirkan á eitt ávístviðgerðarúrslit, men hesir 2 omanfyri nevndu faktorarnir hava størstan týdning.Tann kanningin, sum Nadine legið fram, er inntil nú tann einasta á marknaðinum,ið lýsir hettar og hevur eitt 5 ára follow up. Granskingarbólkurin hevur eisinilagt teirra screeningsamboð út á neti og tað kann downloadast á : http://www.keele.ac.uk/sbst/

Nadine endaði við einum stuttum tosið umsíðuna sum allaroftast verður lýst sum 3 (biomekanisk; psykologisk og socialufaktorar) í einum samanhangi, at man so má undrast yvir at tað inntil í dag ikkifinnst nøkur gransking, ið setur ljós á týdningin av tí socialu síðuni, og athettar kann vísa seg at vera enn eitt týdningarmikil lutur í okkara broytta samfelagsbygnaði.

Keldur:

Foster, N. E; Bishop, A; Thomas, E; Main,C; Horne, R; Weinmas, J; Hay, E. Illness perception of low back pain patientsin primary care: What are they, do they change and ar they associated withoutcome? Pain 2008, 136: 177-187

Grotle,M; Foster, N. E; Dunn, K.M; Croft,P. Are prognostic indicators for poor outcome different for acute and chroniclow back pain consulters in primary care? Pain 2012, 151 (3): 790-7

Foster, N.E; Thomas, E; Bishop, A; Dunn, K;Main, C. Distinctiveness of psychological obstacles to recovery in low backpain patients in primary care. Pain 2010, 148(3): 398-406

Hill JC; Vohora, K; Dunn, KM; Main, CJ;Hay, EM. Comparing the STarT back screening tool’s subgroup allocation ofindividual patients with that of independent clinical experts. Clin J Pain2010, 26: 783-787

Týtt eftir Charlotte Krog Dip. MDT, Specialist iMuskuloskeletal Fysioterapi

Klæmint Isaksen, Dip. MDT

Tod Wetzel neurokirurgir frá Philadelpia: What the Spinal Surgeon expects from Therapist.

Ryggumráðið hevur áhaldandi ment seg mótieinum fleirdisciplinerum modelli, har luttakarnir hava brúk fyri input fráhvørjum øðrum. Tá flestu ryggjatrupuleikar skulu loysast konservativt, gersttýdningurin hjá fysioterapeutinum størri og størri. Fyri at kunnu taka einakliniska avgerð um ein sjúklingur skal opererast ella ikki, helt Tod Wetzel atinput frá einum væl úbúgnum fysioterapueti er vital. Ikki barasum tann, ið viðgerð konservativt, men eisini ein, ið kemur við diagnostiskuminputti. Hansara forvantningar tilfysioterapeutin vóru at syrgja fyri “to keep these patients the hell out of hisoffice”. Av teimum fáu sjúklingum, sum fysioteraputarnir sendu inn til hann, hevði hann heilt greiðar forvantningar til fysioterapeutin: “ never bring me a problem without asuggestion to a solution”.

Hansara arbeiðsháttur var, at hann ynsktistuðul frá fysioterapeutinum til;

-Mekaniskt Terapeutiskt: Teir sjúklingar, sum t.d. kundu klassifiserastundir centralisering, directional preferencu, dysfunktión og teir frá “other”bólkinum (MDT klassifikatiónssystemið), ið responderaðu uppá konservativaviðgerð, sum t.d. nakrir stenosu sjúklingar, skuldu ikki inn til hann, tí hannhevði stórt álit á at fysioterapeuturin og sjúklngurin saman komu til tað bestaúrsliti.

– Mekaniskt ikki terapeutiskt: T.d.non-centralisers, sum ikki respondera uppá konservativa interventión ellastenosu sjúklingar, ið heldur ikki fáa tað betur á konservativan hátt. Her kannoperatión umhugsast sum tann seinasti mekaniski innsatsurin.

– Inconsistent: Her undir eru inflammatión,kemi, reyð fløgg v.m. Hesi skulu hava aðrar kanningar og viðgerðir.

Samanumtikið forvæntaði kirurgurin, at tann væl útbúgni fysioterapeuturin gjørdi eina biomekaniska kanning avsjúklinginum, Mechanical Diagnosis and Therapy (MDT), sum kundi skilja ímillum,hvør ið hevði eina góða prognosu við einari aktivari konservativari viðgerð, ogtey sum høvdu brúk fyri at hann kannaði tey nærri, fyri at meta um operatiónvar neyðug ella ikki, og annars kannað tey fyri onnur ting eisini. Hann forvantaðieina afturmelding frá fysioterapeutinum viðvíkjandi einari hypotesu og uppskoti til nærri útgreinan.

Líknandi arbeiðsháttur, við tøttum samstarvimillum reumatologar, kirurgar og fysioterapeutar, til útgreinan av sjúklingum,er við at gerast meira og meira vanligur í m.a. Danmark eisini.

Back To Top