Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Bygningsbrek í fótinum broyta gongulagið og kann elva til pínu um allan kroppin. Fysioterapeuturin kann meta um gongulagið og gera av, um tú ert ein teirra, ið serinnlegg skulu gerast til. Verða føturnir skannaðir, fæst uppaftur meiri at vita um fysioterapeutmetingina. Skanningin fer eisini at hjálpa tær at skilja, hvussu bíløgd innlegg virka, hvussu tey fáa gongulagið í rættlag aftur og sleppa tær undan trega.

Serinnlegg – hvat er tað?

Serinnlegg, ið eru gjørd eftir máti, eru serlutir, sum tú gongur við í skónum. Innleggini rætta og stuðla og fáa soleiðis føturnar at virka betur. At føturnir ikki virka nóg væl,ella at teir ikki venda rætt, kann vera tað, ið hevur við sær pínuna, ið tú følir í fótum, knøum, mjadnum ella baki.

Serinnlegg kunnu vera uppi í at lætta um tregan, tí tey fáa beinini í fótunum á tær at venda rætt og fáa tey í fasta legu, soleiðis at náttúrliga gongulagið kemur aftur.

Hvussu verður gongulagið kannað?

Meðan tú gongur tvørtur um plátuna, eru ørsmáir mátarar í túsundatali, sum skráseta, hvussu fóturin stígur til.

Síðan sæst á telduskíggjanum, hvussu tú stígur til. Trýstið undir iljunum verður sýnt fram á tví- og trívíddum myndum.

Hendan vitan verður eisini endurgivin í greinandi úrriti, sum kann verða prentað út til tín. Tað, sum kemur fram í úrritinum, kann hjálpa fysioterapeutumum at meta um, hvussu føturnir á tær virka, og at gera av, um tað, sum bagir tær, kemur av skeivum gongulagi.

Hendan vitan fer at hjálpa fysioterapeutunum at gera av, um tær tørvar at viðgerast við serinnleggi. Og hon fer at stuðla starvsstovuni, sum skal framleiða serinnleggini til føturnar á tær.

Meira kunning sæst her: www.ohiinternational.com og á www.theorthoticgroup.com .

Back To Top