1 Endamál
Endamálið við dátuverndarkunningini, er at kunna um okkara viðgerð av persónupplýsingum.
2 Vav
Dátuverndarkunningin skal lýsa allar okkara dátuviðgerð, ið er viðkomandi fyri uttanhýsis persónar.
————–
3 Dátuverndarkunning
Um okkum
Hendan dátuverndarkunning gevur innlit í, hvussu Havnar Fysioterapi (“vit”, “okkum”, “okkara”), viðger persónupplýsingar. Kunningin er málrættað øllum pørtum, ið vit savna inn ella móttaka persónupplýsingar frá so sum gestir, kundar, starvsfólk hjá okkum ella okkara veitarum og samstarvspørtum ella frá øðrum triðapartum.
Okkara viðgerð av persónupplýsingum
Havnar Fysioterapi er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teimum persónupplýsingum, ið verða skrásettir um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin lúkar tey krøv, ið til eina og hvørja tíð eru galdandi sambært reglunum í dátuverndarlógini.
Havnar Fysioterapi kunnar teg við hesum um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini. Í kunningini er nærri lýst hvussu Havnar Fysioterapi viðger og verjir persónupplýsingar, sum vit hava ábyrgd av.
Havnar Fysioterapi hevur í høvuðsheitum skyldu at fráboða:
- Endamálið við okkara viðgerð av persónupplýsingum,
- Hvat okkara heimild fyri viðgerðini er,
- hvat fyri sløg av persónupplýsingum vera viðgjørd, og
- møguligir móttakarar av upplýsingunum.
Havnar Fysioterapi hevur ábyrgd av persónupplýsingum hjá starvsfólkum á Havnar Fysioterapi, viðskiftafólki, samstarvspørtum og veitarum í sambandi við virksemi og tænastur okkara.
Viðgerð av persónupplýsingum verður altíð framd við grundarlag í hesi kunning. Havnar Fysioterapi kann í ávísum førum senda ella útflýggja serliga kunning um viðgerð av persónupplýsingum, um viðgerðin ikki er nøktandi lýst í hesum skrivi.
Havnar Fysioterapi flytur sum meginregla ikki persónupplýsingar til annað triðaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, ið hava høvuðsskrivstovu ella viðgerða upplýsingar í triðalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran-
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
| Vitjandi á heimasíðuni |
| Endamál: Vit viðgera persónupplýsingar fyri at kunna veita ávísa tænastu og veita kunning. Harumframt nýtir síðan ávís farspor, ið skráseta upplýsingar um tóleindina (teldu/teldil/snildfon) hjá tí vitjandi fyri at kunna betra um okkara síðu og veita tí vitjandi eina betri uppliving.
Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar á okkara kunning um farspor. |
| Heimild fyri viðgerðini: Vit viðgera upplýsingarnar grundað á samtykki frá tí skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, tá vit útinna innanhýsis greiningar av ferðsluni á netinum fyri at kunna betra um virknaðin av síðuni og upplivingina, hjá tí vitjandi sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. |
| Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum tann vitjandi sendir okkum umvegis heimasíðuna, undir hesum navn, bústað, teldupost og telefon umframt upplýsingar um stuðulsumsókn og endamál.
Harumframt viðgera vit persónupplýsingar um tóleindina, IP-adressu, og farsporstillingar hjá tí vitjandi. |
| Kelda: Upplýsingar koma frá tí vitjandi. |
| Varðveitslutíðarskeið: Lesa meira um hetta á okkara kunning um farspor. |
| Talgilt samskiftið |
| Endamál: Endamálið við okkara viðgerð er at kunna samskifta við okkara kundar, starvsfólk, samstarvspartar og myndugleikar. Umframt at vera sjónlig á sosialum pallum. |
| Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara tørv á at kunna samskifta í samband við dagliga raksturin av fyritøkuni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. |
| Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgerða vanligar persónupplýsingar, men eisini viðkvæmar persónupplýsingar um hetta er viðkomandi fyri tað samskiftið í vit hava. Talgilt samskiftið kann harumframt umfata upplýsingar um annan triðjapersón, sum avsendarin sendir okkum. |
| Kelda: Upplýsingarnar koma frá tí sum sendir okkum boð umvegis talgildar samskiftispallar. |
| Starvsumsóknir |
| Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt opið ella framtíðarstarv hjá okkum. |
| Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Í ávísum førum kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv í staðin skuldi verið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. |
| Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar. |
| Kelda: Upplýsingarnar koma frá umsøkjaranum. Vit kunnu í einari setanartilgongd eisini leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum. |
| Varðveitslutíðarskeið: Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 24 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar. |
| Fysioterapi |
| Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu veita kundanum fysioterapi viðgerð. |
| Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin av vanligum persónupplýsingum er grundað á okkara heimilaða áhugamál sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Viðkvæmar persónupplýsingar vera viðgjørdar við sbrt. § 12, stk.1 nr.8 og P-tøl við heimild í § 16. |
| Sløg av persónupplýsingum: Teir upplýsingar vit viðgera velst um hvat fyri viðgerð kundin fær. Talan er vanliga persónupplýsingar so sum navn og samskiftisupplýsingar, heilsuupplýsingar sum eru viðkomandi fyri viðgerðina og P-tal. |
| Kelda: Upplýsingar koma frá tí skrásetta tá skrásetti bókar eina tíð hjá okkum, og eftirfylgjandi vera upplýsingarnar innanhýsis framleiddar og skrásettar í sambandi við viðgerðina kundin fær. |
| Fótskanning |
| Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu veita kundanum eina tænastu og møguliga eina vøru. |
| Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin av vanligum persónupplýsingum er grundað á okkara heimilaða áhugamál sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Viðkvæmar persónupplýsingar vera viðgjørdar við sbrt. § 12, stk.1 nr.8 og P-tøl við heimild í § 16. |
| Sløg av persónupplýsingum: Teir upplýsingar vit viðgera velst um hvat fyri viðgerð kundin fær. Talan er vanliga persónupplýsingar so sum navn og samskiftisupplýsingar, heilsuupplýsingar sum eru viðkomandi fyri viðgerðina og P-tal. |
| Kelda: Upplýsingar koma frá tí skrásetta tá skrásetti bókar eina tíð hjá okkum, og eftirfylgjandi vera upplýsingarnar innanhýsis framleiddar og skrásettar í sambandi við viðgerðina kundin fær. |
Móttakarar av dátum?
Tænastuveitarar: Vit brúka ymiskar tænastur og KT-veitarar í okkara dagliga virksemi. Hetta fevnir um veitarar av umsiting og hýsing av okkara heimasíðuloysn, umframt veitarar av innanhýsis KT-skipanum til egna fyrisiting og rakstur. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónupplýsingar vegna okkum, har vit hava ábyrgdina, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við viðkomandi veitarar fyri at tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Bankar og gjaldsveitarar: Í sambandi við gjalding fyri keyptar vørur og tænastur samstarva vit við bankar og gjaldsveitarar. Persónupplýsingar, so sum navn, gjaldsupplýsingar og bíleggingarupplýsingar, kunnu verða latnar hesum veitarum fyri at avgreiða gjaldingar á ein tryggan hátt.
Fysioterapi: Í sambandi við okkara viðgerð brúka vit KT-skipanir at skráseta upplýsingar í fyri at dokumentera okkara arbeiði. Í hesum føri kunnu navn, samskiftisupplýsingar og upplýsingar um heilsustøðuna hjá kundanum vera skrásett og goymt í skipanini.
Løgreglan og almennir myndugleikar: Um tað verður neyðugt, kunnu viðkomandi upplýsingar verða latnar løgregluni í sambandi við at staðfesta stuldur ella annað ólógligt virksemi. Eisini kunnu vit verða áløgd at lata persónupplýsingar til almennar myndugleikar. Hetta kann umfata Heilsustýri, Sjúkrahúsverkið, TAKS, Almannaverkið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið ella aðrar viðkomandi myndugleikar, sambært galdandi ásetingum.
KT-trygd og dátuvernd
Vit raðfesta tín privatlívsrætt og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á tínum persónupplýsingum.
Tíni rættindi og ynskir tú at gera brúk av hesum rættindum?
Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini eru hesi:
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
- Rætturin til innlit í § 26
- Rætturin til rætting í § 27
- Rætturin til strikan í § 28
- Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
- Rætturin til dátuflutning í § 31
- Rætturin til mótmæli í § 32-34
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
Tú hevur td. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Havnar Fysioterapi ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.
Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit vm., so hevur tú møguleika at senda teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo ella ringja á telefon +298 312131.
Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9 og 16.
Vit mæla til, at tú ikki sendir okkum viðkvæmar ella trúnaðar upplýsingar í hesum sambandi.
Samband
Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sp/f Havnar Fysioterapi
Tinghúsvegur 72
FO-100 Tórshavn
+298 312131
fysioterapi@fysioterapi.fo
www.fysioterapi.fo
Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Um mett verður at vit ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini, er møguligt at klaga til Dátueftirlitið. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 09.09.2025.
4 Skjalastýring
| Útgáva | Dato | Broytingar | Broytt av | Góðkent |
| 0.1 | 29.10.2024 | Uppskot til skjal er fyrireikað | KK | LL |
| 1.0 | 09.09.2025 | Uppskot fyrireika til kunda | KK | |

