Eitt gott tilboð til fólk við Parkinson!!
Eftir áheitan frá fleiri Parkinsonsjúklingum og kommunulæknum fara vit á Havnar Fysioterapi, at bjóða bólkavenjingar til Parkinsonssjúklingar.
Á Havnar Fysioterapi eru fysioterapeutar, sum á universitetsstøði hava nomið sær serútbúgving innan venjing og motivatión. Vit hava í fleiri ár skipað fyri heilsufremjandi venjingum til fólk við lívsstílssjúkum.
Venjingarnar fara fram í hølunum hjá Havnar Fysioterapi.
Har eru pláss fyri 6 á hvørjum liði. Venjingarnar verða tillagaðar tann einkulta og fara fram undir kønari vegleiðing. Dentur verður serliga lagdur á konditión, styrki, smidligheit og balancu.
Um hetta hevur tygara áhuga, kanst tú ringja 312131.