
Klæmint er útbúgvin fysioteapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Keypmannahavn í 1991.
Klæmint hevur síðan áhaldandi tikið eftirútbúgvingar innan manuel terapi, osteopaty, osteoporosu (beinbroyskni), ítróttar fysioterapi og sunnheit á arbeiðsplássum. Klæmint hevur eisini tikið eftirútbúgving hjá The Orthotic Group, Europe, viðv. framleiðslu av serinnleggum.
Í 2006 tók Klæmint grundútbúgvingina Cert.MDT í Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie) og í mai 2012 tók hann hægsta prógv, Dip.MDT, innan Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie) við Internationala McKenzie Institutti á University of Otago, New Zealand.
Sum viðurkenning fyri sínar nógvu eftirútbúgvingar innan fysioterapi og fyri undirvísing av læknum og øðrum innan hettar øki, bleiv Klæmint í 2019 góðkendur klinikari innan Muskuloskeletal Fysioterapi hjá Dansk Selskab for Fysioterapi, Cert.Kliniker.
Í samband við at Havnar Fysioterapi í 2018 fekk umboð uppá Bauerfeind bandagir, kompressiónssokkar o.a. og í 2020 fekk umboð uppá Dynamic Tape í Føroyum, hevur Klæmint tikið útbúgvingar innan brúk av Bauerfeind og Dynamic Tape.
Klæmint luttekur javnan á altjóða rástevnum og fundum innan MDT, Muskuloskeletal Fysioterapi og Ítróttarmedisin.
Samanumtikið er Klæmint serkønur innan kanning, meting og viðgerð av øllum kroppinum. Seinasti árini hevur Klæmint lagt seg serliga nógv eftir ryggja- og nakkatrupuleikum, herundir diskusprolapsar, stenosir o.a., høvuðpínu m.a. frá regio nuchae, svimmulheit, akslar og armar, mjadnar, lyskir, føtur og annars bein. Hettar mest hjá vaksnum og eldri fólki, og í ein ávísan mun eisini hjá ítróttarfólki og børnum
Fysioterapeutur, Dip.MDT, Cert.Kliniker, Cert.Klinikari
Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie), Internationala McKenzie Institutti á University of Otago, New Zealand
Teldupostur: klaemint@fysioterapi.fo

