Viðgerðargongdin á Havnar Fysioterapi
Fysioterapeuturin gerð altíð eina innleiðandi kanning, sum tekur støði í ávísingini frá læknanum. Tann gjølla fysioterapeutiska kanningin, ið leggur grundarlagi fyri viðgerðini, verður gjørd út frá McKenzie kanningarháttinum. Hettar tryggjar innleiðandi kanningin og eftirfylgjandi viðgerðirnar vera gjørdar á besta hátt.
Nágreinilig upplýsing og ráðgeving um orsøkina til tínar trupuleikar hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini. Tær flestu orsøkirnar til trupuleikar í vøddum og liðum koma av lívshátti okkara. Tí er tað av stórum týdningi at broyta og rætta uppá tær orsøkir, soleiðis at vit ikki koma í somu trupuleikar aftur.
Vegleiðing um hvat tú sjálv/ur kannst gera fyri at fremja viðgerðargongdina av tínum trupuleikum. Hettar kunnu vera leiðbeiningar í einum ella tveimum serstakum venjingum, sum skulu venjast ofta og gjølla heima.
Manuel viðgerð, sum til dømis handaviðgerð, liðmobiliseringar og liðmanipulatiónir eru oftani ein týdningarmikil partur av viðgerðini.
Møgulig uppvenjing í okkara venjingarrúmið. Serliga í samband við longrivarandi, afturvendandi ella kroniskar trupuleikar kann tað vera hóskandi við gjøllari og málrættaðri venjing. [Meira um hettar undir Uppvenjing] HENDAN SÍDAN ER IKKI TIL!
Um vit meta at tú hevur brúk fyri nærri kanningum hjá tínum lækna, serlækna ella á sjúkrahúsi, vilja vit á Havnar Fysioterapi virka fyri hesum samarbeiði.