Viðgerðir
Vit kunnu bjóða fleiri ymiskar viðgerðir – t.d. viðgerðir til børn, ítróttarskaðar, McKenzie viðgerð. Les meira um okkara viðgerðir.
Bólkavenjingar
Á Havnar Fysioterapi hava við góðar umstøður at hava bólkavenjingar. Vit hava eitt vælútgjørt venjingarhølið uppá 70m2 og tvey skiftirúm við brúsum.
Ergonomi
Tá tað snýr seg um ergonomiska vegleiðing, er Havnar Fysioterapi tykkum til hjálpar. Tit fáa fakliga vegleiðing um, hvussu tit fyribyrgja skaðum og nýta innbúgvið rætt.
Tíðindi
Stríðist tú við knæpínu? 🦵🏻So kann tað vera at hendan frálíka knæbandasjan frá Bauerfeind kann hjálpa tær sum ein partur av endurvenjingini, ella til ein gerandisdag við minni pínu og færri avmarkingum. 🏃🚴♀️
Ring 312131 ella send teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo og bílegg tíð til eina kanning, har vit saman kunnu meta um hendan bandasjan ella ein av hinum knæbandasjunum kunnu hjálpa tær. 👍🏻😊
... Sí meira ..Sí minni ..
Tórálvur hevur lokið pínuviðgerða útbúgvingina hjá Smertefribevægelse í Danmark. 🧠
Í stuttum snýr útbúgvingin seg um, hvussu ein út frá nýggjastu og bestu gransking, kann hjálpa fólki við kroniskari pínu.
Hevur tú avbjóðingar við kroniskari pínu og tær tørvar hjálp, ring 312131 og bílegg tíð ella send teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo 😊
... Sí meira ..Sí minni ..
0 CommentsViðmerkingar á Facebook
Osteoporosuvenjingarnar eru byrjaðar aftur💪
Vit venja mánadagar og hósdagar frá kl. 11.00 - 12.00.
Vit venja í venjingarsalinum í Vælveru Fitness, Heykavegur 6, 100 Tórshavn.
Í løtuni er tað 1 lið, ið venur. Pláss er fyri nøkrum luttakarum afturat 👍
Um hettar er viðkomandi fyri teg, er bara at seta teg í samband við okkum á tlf. 312131 ella umvegis teldupost okkara fysioterapi@fysioterapi.fo
Vælkomin at deila 🙂
Sí meira kunning um evnið við at trýsta á leinkjuna:👇
... Sí meira ..Sí minni ..
0 CommentsViðmerkingar á Facebook
Klæmint, Hjørleif og Jóan Magnus eru í Kolding á ráðstevnu og 30 ára hátíðarhald hjá MDT (Mechanical Diagnosis and Therapy), har fleiri áhugaverdar framløgur eru allan dagin umframt “networking” við útlendskar fysioterapeutar. 😊
Framløgurnar snúgva seg m.a. um hvussu væl MDT-tilgongdin, ið vit m.a. nýta í Havnar Fysioterapi, hóskar seg til pínu nógvastaðni í kroppinum, t.d. í nakkanum, økslini, rygginum osfr.
Umframt hetta, so er eitt fokus í framløgunum eisini hvussu væl hendan tilgongdin hóskar seg til t.d. ítróttarfólk, ið stríðast við sinu-trupulleikum í akslum, knøum og hælsinum. 💪🏻
... Sí meira ..Sí minni ..
3 CommentsViðmerkingar á Facebook
Super hyggeligt at se jer 😃
Dejligt at se jer🤩
Samstemt, altid rart at møde jer👌
Um læknin metir at neyðugt er við bráðfeingis viðgerð, kunnu vit altíð veita viðgerð innan 24 tímar.
Góðar umstøður á Havnar Fysioterapi
Umframt at vit hjálpa fólki við uppafturvenjing og skaðaviðgerð, so fáast vit eisini nógv við fyribyrgjandi arbeiði. Til dømis hava vit venjingar fyri bæði einastaklingar og bólkar, ið skulu fyribyrgja skaðum.
Starvsfólk
Jón Muller er útbúgving fyrsioterapeutur frá UCN, fysioterapiútbúgvinbini í Aalborg í januar 2023. Jón arbeiðir fulla tíð á klinikkum okkara í Tórshavn, Sandi og Vágum, t.v.s. Havnar Fysioterapi, Sandoyar Fysioterapi…
Klæmint er útbúgvin fysioteapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Keypmannahavn í 1991. Klæmint hevur síðan áhaldandi tikið eftirútbúgvingar innan manuel terapi, osteopaty, osteoporosu (beinbroyskni), ítróttar fysioterapi og sunnheit á arbeiðsplássum. Klæmint hevur…
Útbúgvingar: 1987: Exam. scient í ítrótti frá Syddansk Universitet 1992: Fysioterapeut frá Fysioterapeutskúlanum í Odense 1992-2002: eftirútbúgving innan manuella terapi, ítróttar fysioterapi, ergonomi og heilsufremjandi tiltøk til arbeiðspláss 2006: Grundútbúgvingin…
Beinta er útbúgvin fysioterapuetur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2003. Beinta hevur verið á ymiskum skeiðum í manuellari viðgerð, venjaraskeiði hjá Pro-academy og í akupunktur. Umframt hettar hevur hon tikið…
Tórálvur er útbúgvin fysioterapeutur frá UCN, fysioterapiútbúgvingini í Aalborg í 2021. Tórálvur arbeiðir fulla tíð á klinikk okkara í Tórshavn, Havnar Fysioterapi. Tórálvur hevur stóran áhuga í ymiskum viðkomandi evnum…
Trine er útbúgvin fysioterapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2000. Trine hevur síðan arbeitt øll árini á privatklinikk, fyrst 10 ár í Danmark og seinastu 6 árini í Svøríki. Serligi…
Finn veg
Um tú hevur spurningar ella annað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Havnar Fysioterapi.
0 CommentsViðmerkingar á Facebook