Tórálvur er útbúgvin fysioterapeutur frá UCN, fysioterapiútbúgvingini í Aalborg í 2021.
Tórálvur arbeiðir fulla tíð á klinikk okkara í Tórshavn, Havnar Fysioterapi.
Tórálvur hevur stóran áhuga í ymiskum viðkomandi evnum innan fysioterapi m.a. handfaring av kroniskari pínu, og er í løtuni undir eftirútbúgving í júst hesum gjøgnum Smertefribevægelse í Danmark. Annars arbeiðir Tórálvur nógv við rygg/nakka-, mjadna-, knæ- og akslatrupuleikum og tekur sær eisini av bólkavenjingum.
Fyri at halda seg dagførdan í nýggjastu gransking innan fysioterapi, fylgir Tórálvur væl við í kjaki og er javnan uttanlanda á viðkomandi skeiðum.
Eftirútbúgvingar:
- McKenzie Part A – Lumbal Columna
- McKenzie Part B – Cervial Columna
- Mulligan – Mobilisation with Movement in Sports
- Undir eftirúbúgving hjá Smertefribævegelse (Smertebehandler) – Modul 2/3
- Knæ, aksla, og økla/fót skeið gjøgnum Sundhedsordningen
Annað:
- Certified (EHFA) Europeian Health & Fitness Association – Persónligur venjari síðan 2016
Professiónsbachelor í Fysioterapi, Profesiónsháskúlin UCN, fysioterapiútbúgvingin í Aalborg
Teldupostur toralvur@fysioterapi.fo