Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Á Havnar Fysioterapi hava við góðar umstøður at hava bólkavenjingar. Vit hava eitt vælútgjørt venjingarhølið uppá 70m2 og tvey skiftirúm við brúsum.

Her er bæði møguleiki fyri einstaklingavenjingum og bólkavenjingum.

Tað vil altíð vera ein fysioterapeutur, sum stendur fyri venjingini. Hettar tryggjar best hóskandi vegleiðing til tann einstaka.

Um tú hevur serliga sjúku td. hjartasjúku, parkinson, sclerose. KOL, krabbamein, slitgikt so hava vit eisini diagnosuspecifikkar venjingarbólkar.

Tað eru millum 6-10 fólk í hvørjum bólki. Um hetta hevur áhuga, ella hevur tú fleiri spurningar, set teg so í samband við okkum.

Knæ bólkur

Er serliga ætlað teimum, sum hava fingið liðbandsskaðar í knøðini.Luttakarnir eru í stóran mun skurðviðgjørd fyri fremra krossbandsskaða og aðrar liðbandsskaðar. Holdið er eisini ætlað teimum, sum hava fingið liðbandsskaðar, men ikki eru skurðviðgjørd. Fólk við øðrum knætrupuleikum kunnu í ávísum førum eisini venja við knæholdinum. Tað eru Beinta Bendix Laursen Cert.MDT og Klæmint Isaksen…

Rygg bólkur

Hettar er ein bólkur fyri tey, sum hava havt ryggja- og nakkatrupuleikar í longri tíð. Møguliga hevur tú fyrst fingið viðgerð hjá einum fysioterapeuti, og vilt síðan hava gott av uppvenjing í nakrar vikur ella mánaðir aftaná. Áðrenn tú fært loyvi at byrja í bólkinum, skalt tú gjøgnum eina gjølla fysioterapeutiska kanning hjá einum av…

GLA:D

Havnar Fysioterapi er góðkend GLA:D klinkk. GLA:D stendur fyri Godt Liv med Artose i Danmark og er eitt tilboð til øll, ið hava trupuleikar av artrosu (slitgikt) í knøum og mjadnum. Vit hava góðar umstøður at undrivís og venja smærri bólkar á 6-10 persónar við GLA:D undirvísingar- og venjingartilboðnum. Fyri meira kunning um GLA:D sí…

Ítróttarfeløg

Langtíðarskaðar Ítróttarfeløg hava nú møguleikan at tekna seg til eina skipan vit hava í samband við langtíðarskædd ítróttarfólk. Tvær ferðir ein tíma um vikuna hava vit eitt hold til ítróttarfólk, ið hava brúk fyri málrættaðari uppvenjing aftaná skaðar, sum oftani hava langa tíð um at koma fyri seg. Vit tryggja, at hvør einkultur persónur fær…

Parkinson bólkur

Eitt gott tilboð til fólk við Parkinson!! Eftir áheitan frá fleiri Parkinsonsjúklingum og kommunulæknum fara vit á Havnar Fysioterapi, at bjóða bólkavenjingar til Parkinsonssjúklingar. Á Havnar Fysioterapi eru fysioterapeutar, sum á universitetsstøði hava nomið sær serútbúgving innan venjing og motivatión. Vit hava í fleiri ár skipað fyri heilsufremjandi venjingum til fólk við lívsstílssjúkum. Venjingarnar fara…

Hjarta bólkur

Bólkavenjingar fyri hjartasjúklingar Bólkavenjingin er til tín, sum er rakt/ur av hjartasjúkum og t.d. hevur fingið ballón ella By-pass skurðviðgerð. Venjingin er løgd til rættis av fysioterapeutum, ið hava nomið sær útbúgving á lærdum háskúla innan venjing og heilsu. Vit leggja til rættis og vegleiða teg í einari nágreiniligari venjingarskrá. Venjingin tekur útgangsstøði í tørvinum…

Arbeiðspláss

Gera tit nakað við sunnheit á arbeiðsplássinum? – Nú er møguleikin her. Vit á Havnar Fysioterapi bjóða okkum til at skipa fyri venjingum til starvsfólk tykkara. Venjingin kann ganga fyri seg í okkara vælegnaða venjingarrúmið, har upp til 10 persónar kunnu venja samstundis. Venjingin kann eisini ganga fyri seg úti á arbeiðsplássinum, um umstøðurnar eru…

TRX-veningar

TRX bólkavenjingar TRX stendur fyri Total body Resistance Exercise. Við hesum venjingarháttinum vera serligir TRX-selar brúktir, soleiðis at tú kanst gera hundraðtals ymiskar venjingar bert við at brúka tína egnu kropsvekt sum móststøðu. Venjingarnar uppbyggja tína styrkju, smidligheit, javnvág, mobilitet og fyribyrgir skaðum. TRX er munadyggur og varligur venjingarháttur tí tú lættliga kannst stýra intensitetinum…

Back To Top