Okkum tørvar tveir fysioterapeutar
Vit leita eftir einum ella møguliga tveimum fysioterapeutum til fulltíðarstørv á okkara klinikk í Havn.
Tú verður partur av einum toymi, ið frammanundan telur seks fysioterapeutar, ein massør og ein skrivara. Saman eru vit FysioFøroyar, sum fevnir um Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Sandoyar Fysioterapi.
Arbeiðsstaðurin er fyrst og fremst í klinikkini í Havn, men tað er ein fyrimunur, um tú ert fleksibul og kann avloysa á hinum klinikkunum, um tørvur er á tí.
Vit eru eitt toymi av vælútbúnum, royndum og yngri fysioterapeutum.
Støðug faklig menning og dugnaskapur er okkara mál. Havnar Fysioterapi er ein av fáu góðkendu McKenzie klinikkunum í heiminum.
Somuleiðis hevur persónligi og sosiali trivnaðurin stóran týdning fyri okkum.
Vit leita eftir einum ella møguliga tveimum fysioterapeutum, sum eru ágrýtin, áhugað í fakligari menning, samstarvsfús og duga at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við okkum í toyminum.
Arbeiðið fevnur í stóran mun um einstaklinga viðgerð eftir ávísing frá lækna, men møguliga eisini nakað av liðvenjingum.
Arbeiðstíðir, lønar- og setanarviðurskifti eftir avtalu.
Vilt tú hava nærri kunning um starvið, ella hevur tú okkurt ivamál, ber til at ringja á telefon nummar 312131 / 219657 / 218807 og spyrja eftir Klæminti Isaksen ella Hjørleifi Niclasen.
Send tína umsókn, saman við viðkomandi skjølum, til fysioterapi@fysioterapi.fo ella til Havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 72, Boks 232, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi týsdagin 29. november 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.