Tórshavn 312131312131 | Miðvágur 332007332007 | Sunda 285022285022 | Sandoy 312131312131 fysioterapi@fysioterapi.fo |

Tíðindi frá Havnar Fysioterapi

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

Nú er Klæmint Isaksen FT, Dip.MDT, Cert.Klinikari aftur fulla tíð ella meira enn tað😉 á Havnar Fysioterapi (verið síðan 1999🫣).

Klæmint er sera væl eftirútbúgvin fysioterapeutur og hevur yvir 34 ára royndir í fakinum.

Hettar ger at Klæmint, sum muskuloskeletal- og ítróttarfysioterapeutur, er sera kønur innan nógv umráðir og hjálpir dagliga fólki við akuttum og eldri trupuleikum, bæði tá tað snýr seg um álvarsligar og minni álvarsligar støður.

Um tað ikki ber til at loysa sjálvan trupuleikan her og nú, so kann ein kønur fysioterapeutur sum Klæmint vera við til at gera nakrar niðurstøður og hjálpa fólki víðari til onnur serkøn fagfólk í heilsuverkinum, oftast í tøttum samstarvi kommunulæknan.

Um tær tørvar fysioterapi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum👍

Vit eru at hitta á fysioterapi@fysioterapi.fo ella 312131.

Vælkomin at deila 🙂
... Sí meira ..Sí minni ..

12.11.2025
Nú er Klæmint Isak

Á Havnar Fysioterapi eru vit stolt av og glað fyri at umboða bandasjur og aðrar framúr góðar vørur frá heimskenda Bauerfeind framleiðarinum umvegis fysio-shop.dk / epifys.dk 🙂

Um tú hevur tørv á kanning, viðgerð, ráðgeving og møguliga einari góðari bandasju til ryggin ella aðrar liðir, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum👍

Tlf. 312131 ella teldupost fysioterapi@fysioterapi.fo

Í hesum døgum er okkara samstarvsfelagi Karsten Høgh frá Epifys.dk á Euro Spine Congres í Keypmannahavn 👇

epifys.dk
fysioterapi.fo
... Sí meira ..Sí minni ..

22.10.2025
Á Havnar Fysioterap

Sum einasta góðkenda McKenzie Klinikk í Føroyum, kanst tú, á klinikkum okkara, føla teg vísan í at fáa evidensgrunda fysioterapi á altjóða hægsta støði, tillaga tín tørv. Líkamikið um tað snýr seg um børn, ung ella gomul, dagligar trupuleikar, motionistar ella topp ítróttarfólk.

Niðanfyri kanst tú lesa um 10 mýtir viðvíkjandi ryggjapínu hjá eldri fólki, ið kunnu hava við sær óneyðuga og skaðaliga viðgerð👇

Um tú hevur tørv á fysioterapi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á:

Tlf. 312131
Teldupost: fysioterapi@fysioterapi.fo

🙂🔟 10 myter om rygsmerter hos ældre – som kan føre til unødvendig og skadelig behandling

📚 Kilde: Ammendolia C. Ten myths of back pain in older adults that can lead to ineffective and harmful care. Chiropractic & Manual Therapies (2025).

👉 Læs artiklen her
chiromt.biomedcentral.com/articles/10.1186/s12998-025-00609-9#Tab1

Mange tror, at rygsmerter uundgåeligt bliver værre med alderen.
Men forskning viser, at smerter ikke nødvendigvis tiltager med stigende alder – og at mange ældre faktisk oplever stabilisering eller forbedring, især når de forbliver aktive og får evidensbaseret behandling.

Her er 10 udbredte myter, som det er tid at aflivede 👇

1️⃣ Rygsmerter er en uundgåelig del af aldring.
➡️ De er almindelige, men ikke en naturlov – mange ældre lever helt uden rygsmerter.

2️⃣ Aldringsforandringer på scanninger forklarer smerterne.
➡️ Strukturelle ændringer ses også hos smertefri personer. Klinisk vurdering og funktion er vigtigere end billeder.

3️⃣ Ældre bør undgå bevægelse for at beskytte ryggen.
➡️ Bevægelse er medicin. Aktivitet fremmer heling, funktion og tillid til kroppen.

4️⃣ Rygsmerter hos ældre kræver altid scanning.
➡️ Uden røde flag er billeddiagnostik sjældent nyttig – og kan føre til unødig bekymring.

5️⃣ Smerte betyder, at der sker skade.
➡️ Hos mange afspejler smerte ændret følsomhed snarere end ny skade.

6️⃣ Medicin og operation er de bedste løsninger.
➡️ Konservative, aktive strategier bør altid være førstevalg.

7️⃣ Ældre kan ikke forbedre deres funktion.
➡️ Evidensen viser det modsatte – selv sent i livet kan styrke, bevægelighed og livskvalitet øges markant.

8️⃣ Sengeleje hjælper ved akutte rygsmerter.
➡️ Tidlig aktivitet giver hurtigere bedring og færre tilbagefald.

9️⃣ Man skal være smertefri, før man bevæger sig.
➡️ Gradvist genoptaget aktivitet hjælper ofte med at reducere smerte over tid.

🔟 Rygsmerter bliver altid værre med alderen.
➡️ Det er en myte. Mange oplever faktisk færre smerter i takt med, at de bliver mere aktive og håndterer smerter bedre.

💡 Budskab:
Aldring betyder ikke nødvendigvis mere smerte.
Ved at udfordre myterne og fremme bevægelse, mestring og aktiv behandling kan ældre bevare – og endda forbedre – deres funktion og livskvalitet.

#McKenzieMetoden #Rygsmerter #Ældre #Evidens #BevægelseErMedicin #Physiotherapy #ChronicPain #ManualTherapy
... Sí meira ..Sí minni ..

18.10.2025
Sum einasta góðken

Fyri at menna og styrkja um samstarvið, hevur Klæmint Isaksen verið á vitjan á Budolfi Privatsjúkrahúsinum í Aalborg og fundast við Martin Melbye, ið eins og Klæmint er serkønur fysioterapeutur í diskusprolapsum og øðrum ryggjatrupuleikum.

Í samband við diskusprolapsar og aðrar ryggjatrupuleikar hava vit í FysioFøroyum sera gott samstarv við kommunulæknar og aðrar serlæknar á føroyska sjúkrahúsverkinum.

Onkuntíð kunnu tað vera umstøður, ið gera at tað er gott at sleppa skjótari framat ella fyri at meta um aðrir viðgerðarmøguleikar eru enn føroyska heilsuverkið kann bjóða.

Tí er tað eisini gott at hava gott samstarv við aðrar veitarar.
Hettar snýr seg ikki um “antin ella”, men um “bæði og”.

FysioFøroyar hava seinastu árini, gjøgnum Klæmint Isaksen á Havnar Fysioterapi og Morten Zeibitz Steiness serlækna í neurokirugi og Martin Melbye fysioterapeut Dip.MDT á Budolfi Privatsjúkrahúsið í Aalborg, havt eitt tætt og gott samstarv í samband við diskusprolapsar og annað í lendum og nakka.

Á Budolfi Privatsjúkrahúsinum sleppur tú altíð skjótt framat.

Fyrst skalt tú til eina kanning hjá Klæmint Isaksen og um mett verður at farast skal víðari, so eina meting online saman við Klæmint og Morten Zeibitz Steiness serlækna í neurokirugi.
Um vit á tí viðtaluni saman blíva samd um at best er at møta á Budolfi Sjúkrahúsinum, so blívur hetta sett í gongd alt fyri eitt.

Um tú hevur diskusprolaps ella aðrar ryggja trupuleikar í lendunum, bringuni ella nakkanum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Klæmint Isaksen ella onkran annan av okkara dugnaligu fysioterapeutum á telefon 312131 ella umvegis teldupost fysioterapi@fysioterapi.fo

Sí meira á fysioterapi.fo/budolfi-privatsjukrahus/

Vælkomin at deila 🙂
... Sí meira ..Sí minni ..

25.08.2025
Fyri at menna og sty
Meira ...

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

Frá 20. oktobur til 5. novembur 2025 er Klæmint Isaksen á Vága Fysioterapi.

Um tær tørvar fysioterapi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á:

Tlf. 312131 ella 219657

Teldupost: fysioterapi@fysioterapi.fo

Vælkomin at deila 🙂
... Sí meira ..Sí minni ..

17.10.2025
Frá 20. oktobur til

Jón er byrjaður uppá ítróttarfysioterapi útbúgvingina.😊

Jón var alla síðstu viku staddur á Club La Santa, Lanzarote, saman við øðrum skeiðsluttakarum í Dansk Selskab for Sportsfysioterapi.☀️

Jón tók 3 ymisk skeið hesa vikuna; intro til ítróttarfysioterapi umframt viðgerð og endurvenjing av alboga/hond og øksl.💪🏻
Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar, og Jón og hinir fysioterapeutarnir á klinikkum okkara eru til reiðar at hjálpa tykkum við tykkara ítróttarskaðum.😊

Tørvar tær hjálp við tínum ítróttarskaða, ring so til okkum á 312131 ella send ein teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo
www.fysioterapi.fo
#sportsfysioterapi
... Sí meira ..Sí minni ..

08.10.2025
Jón er byrjaður up

Fysioterapeut til FysioFøroyar

FysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja 18. august 2025 ella skjótast til ber eftir hetta.

Talan er um eitt ¾ starv við møguleika til fulla tíð. Arbeiðstíðir tosa vit nærri um, men tað verður allarhelst í vanligari arbeiðstíð. Tað er tó ein fyrimunur um tú kann vera eitt sindur fleksibul.
Starvið snýr seg m.a. um fysioterapeutiskar kanningar, viðgerðir og liðvenjingar. Í samband við liðvenjingar er møguleiki fyri at seta sín dám, á við at byggja nýggj hold upp í góðu venjingarumstøðunum vit hava í Vælveru Fitness.

Tú verður ein partur av einum fysioterapeuttoymið, sum við tær telur 9 fysioterapeutar, einum massøri og eitt móttøkufólk.

FysioFøroyar hevur klinikkir í Tórshavn, Miðvági og Norðskála. Tú kemur at arbeiða sum sjálvstøðug/ur vinnurekandi á viðgerðarstovum okkara eftir innanhýsis avtalu okkara millum. Ta fyrstu tíðina fert tú at arbeiða í hølum okkara í Havnar Fysioterapi og møguliga onkuntíð í Vælvera Fitness, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi.

Krøv til umsøkjaran
- Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur, ella fær tað á sumri 2025
- Hevur áhugað í at arbeiða sjálvstøðugt á viðgerðarstovu í tøttum samstarvi við okkum
- Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
- Hevur góð samskiftis- og samskipanarevni
- Er røkin
- Hevur áhugað í fakligari menning í samstarvi við okkum

Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu
- Góðar arbeiðsumstøður
- Góðar starvsfelagar
- Góðan samstarvs- og lønarsáttmála
- Hugnaligar løtur saman
- Fakliga menning
- Spennandi avbjóðingar

Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo ella ringja til Jóan Magnus Lamhauge Dalbø á tlf. 258716/Hjørleif Niclasen 218807.

Umsøknina saman við viðkomandi skjølum sendir tú til Havnar Fysioterapi, Boks 232, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupostin fysioterapi@fysioterapi.fo

Umsøknarfreistin er sunnudagin 15. juni 2025.

www.fysioterapi.fo

Vælkomin at deila🙂
... Sí meira ..Sí minni ..

30.05.2025
Fysioterapeut til Fy

Hesar framúr vørurnar frá Bauerfeind fáast eisini umvegis Vága Fysioterapi 👍 ... Sí meira ..Sí minni ..

13.01.2024
Hesar framúr vørur

Myndir, Havnar Fysioterapi hevur lagt út ... Sí meira ..Sí minni ..

17.11.2023

Í dag hava vit havt gjøgnumgongd og vitanardeiling um okkara BAUERFEIND vørur🙂

Í summum førum kann ein góð bandasja, kompressiónssokkur ella kompressiónserma gera munin í samband við viðgerð, uppvenjing og fyribyrging av skaðum👍

Um tú heldur teg hava tørv á einari góðari bandasju ella aðrari vøru frá BAUERFEIND, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum til nærri kunning 🙂

Ring 332007 - 312131 ella skriva til fysioterapi@fysioterapi.fo
... Sí meira ..Sí minni ..

19.10.2023
Í dag hava vit havt

Hósdagin 14. septembur 2023 byrjaðu osteoporosuvenjingarnar hjá FysioFøroyum aftur💪

Vit venja týsdag og hósdag frá kl. 13.45 - 14.45.

Vit venja í venjingarsalinum í Vælveru Fitness, Heykavegur 6, 100 Tórshavn.

Í løtuni er tað 1 lið, ið venur. Pláss er fyri nøkrum luttakarum afturat 👍

Um hettar er viðkomandi fyri teg, er bara at seta teg í samband við okkum á tlf. 312131 ella umvegis teldupost okkara fysioterapi@fysioterapi.fo

Vælkomin at deila 🙂

Sí meira kunning um evnið niðanfyri👇

Venjingar til fólk við osteoporosu / beinbroyskni.

Um tú hevur fingið staðfest osteoporosu / beinbroyskni og hevur brúk fyri meira kunning, viðgerð og venjingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Havnar Fysioterapi.

Viðgerðartilmælini eru rættur heilivágur, rættur kostur og røtt venjing.

Hettar ljóðar kanska ikki ókent, men m.a. viðvíkjandi venjing er boðskapurin, at um venjingin er vælskipað, kunnu fólk við beinbroyskni nógv meira enn áður tilmælt. Tó skulu fyrivarni takast alt eftir hvat beinagrindstøðan er hjá hvørjum einkultum.
Tað kann vera alt frá einari ungari post-menupausalari kvinnu, ið onki merkir til tað, til ein eldri sjúkling við nógvum diagnosum og fleiri brotum.

Í januar 2022 byrjaðu vit á Havnar Fysioterapi at hava bólkavenjingar fyri fólk m/k við beinbroyskni.

Vit venja 2 ferðir 1 tíma um vikuna í 10-12 vikur, við møguleika fyri at halda fram um tað verður mett viðkomandi.

Samstundis verður kunnað um hvussu tú best kanst venja sjálvstøðugt heima ella aðrastaðni. Umframt tað praktisku venjingina, verður tú sett/ur inn í hvussu tú á ymiskan annan hátt kanst fyribyrgja at støðan við beinbroyskni versnar ov nógv og møguliga blívur betur. Eisini fyribyrging móti at detta og møguligum brotum er ein týðandi partur av venjingini og kunningini.

Áðrenn tú kanst byrja á holdunum, skalt tú til í minsta lagi eina persónliga viðtalu hjá fyri at meta um beinagrindsstøðuna o.a. Her er tað gott um tú hevur møguligt svar frá røntgen og DXA-skanning við til eina av fyrstu viðtalunum.

Á klinikkum okkara síggja vit javnan fólk, ið hava fingið staðfest beinbroyskni. Nøkur eru ávíst orsaka av fylgjum frá beinbroyskni t.d. brot á ryggi ella mjødn, meðan tað hjá øðrum er nakað tey fortelja okkum í samband við kanningar tey hava verið til t.d. DXA-skanning ella tá vit spyrja nærri inn til tað. Oftani eru fólk ørkymlaði og í summum førum bangin, tí tey ikki vita hvussu tey skulu fyrihalda seg. Her hevur tað stóran týdning at fáa góða kunning og ráðgeving.

Beinbroyskni er ein av teim átta størstu fólkasjúkunum og í Danmark og altjóða er stórt fokus á beinbroyskni. Mett verður at upp í móti 500.000 danskarar liva við beinbroyskni uttan at vita av tí. Fyrr hevur beinbroyskni verið mett sum ein geriatrisk diagnosa, men í dag verður beinbroyskni sædd sum ein muskuloskeletal sjúka, ið ikki bara rakar tey eldri.
Í Danmark hevur ein arbeiðsbólkur undir Sundhedsstyrelsen seinastu árini verið við til at avdekka hetta umráði í Danmark og niðurstøðan er, at tað er tørvur á at økja fokus uppá uppsporan av beinbroyskni eins og at einsrætta og evidensbasera fyribyrging og rehabilitering av hesum sjúklingabólki. Fyri at tryggja hettar er tørvur á førleikamennan av heilsustarvsfólkum.

Høvuðsboðskapurin er:
- Beinbroyskni er ein muskuloskeletal diagnosa, ið rakar breitt og krevur uppsporan.
- Tað er trygt fyri sjúklingarnar við beinbroyskni at venja um tað verður tikið atlit til beinstøðuna.
- Venjingarháttur, hvussu hart og dosis eigur at verða mett um einsæris út frá beinstøðuni og virkisstigi.
- Venjingin verður lagt til rættis eftir BMD (Bone Mineral Density), fallvanda, virkisførleika og lívsgóðsku.

Í hesum sambandið hava Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen verið á skeiðum hjá Danske Fysioterapeutum og Videnscenter for Knoglesundhed.

Her bleiv undirvíst í nýggjastu granskingini innan teoretisku vitanini og í praktiskari vitan innan individuellari kanning, viðgerð, fyribyrging, hjálpiamboð o.m.a. eins og í praktiskari einsæris rehabilitering og venjing og á holdum.

Fyri nærri kunning eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 312131 ella umvegis teldupost fysioterapi@fysioterapi.fo

Pláss er fyri fleiri luttakarum á holdum okkara👍

Vælkomin at deila boðskapin 🙂
... Sí meira ..Sí minni ..

22.09.2023
Hósdagin 14. septem

... Sí meira ..Sí minni ..

06.09.2023
Meira ...

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

Frá týsdegnum 19. august 2025, verður tað Jóan Magnus Lamhauge Dalbø fysioterapeutur, Cert.MDT, sum verður á Sunda Fysioterapi týsdagar og hósdagar.

Jóan Magnus hevur yvir 10 ára royndir sum fysioterapeutur og kom fyrstu ferð at arbeiða á Havnar Fysioterapi í 2015. Eftir at hava roynt okkurt annað í nøkur ár, kom Jóan Magnus aftur til Havnar Fysioterapi (FysioFøroyar) í juni 2024 og er nú sameigari og ein av stjórunum í fyritøkuni.

Jóan Magnus er sera fryntligur og dugnaligur fysioterapeutur við drúgvum og breiðum royndum sum klinikk fysioterapeutur.

Jóan Magnus hevur longu tikið nógvar førleikamennandi eftirútbúgvingar innan muskuloskeletal- og ítróttarfysioterapi o.a. Hann er áhaldandi hvørt ár á ymiskum viðkomandi ráðstevnum og skeiðum. (sí niðanfyri)👇

Eftirútbúgvingar

Kliniskur vegleiðari frá Fróðskaparsetur Føroya februar 2025
Prógv í GLAD konceptinum innan rygg 2021
Prógv í MDT (Mechanical Diagnosis and Therapy, McKenzie) 2017
Havi tikið øll skeiðini innan ítróttarfysioterapi ígjøgnum DSSF (Dansk Selskab for Sportsfysioterapi)
Dynamic tape level 1
Skeið ígjøgnum Sundhedsordningen – Knæ og øksl
Eg havi serligan áhuga innan ítróttarskaðar og annars havi eg arbeitt nógv við fólki, ið hava antin rygg/nakka-, aksla- ella knætrupulleikar.

Meira er at síggja um Jóan Magnus á heimasíðu okkara fysioterapi.fo
... Sí meira ..Sí minni ..

15.08.2025
Frá týsdegnum 19.

... Sí meira ..Sí minni ..

18.04.2025

Glædelig jul og godt nytår🎄🎅❤️🍾🥳 ... Sí meira ..Sí minni ..

25.12.2024
Glædelig jul og god

Trods storm og regn😊 Så er Sunda Fysioterapi åben i dag🙂 ... Sí meira ..Sí minni ..

05.12.2024
Trods storm og regn�

Klinikken er lukket i dag pga.vejret. Jeg vender stærkt tilbage i næste uge😀 Pas på jer selv og kør forsigtigt ❄️ ... Sí meira ..Sí minni ..

18.01.2024

... Sí meira ..Sí minni ..

16.01.2024

ALLE HAR EN BÆKKENBUND - ER DIN OKAY?

Skal du være med i DUGOF-kampagnen ?

Foreningens formål er at udbrede viden om specialet, både ved aktivt at deltage i udarbejdelse af retningslinjer, politiske fora og i medierne. Det arbejder vi aktivt på i bestyrelsen og vi gør det alle i dagligdagen ved at tale med patienter og kolleger om vores speciale.

I uge 3 og 4 kører vi en kampagne med Go-Cards på caféer og lignende landet over. Kampagnen hedder "Alle har en bækkenbund. Er din okay?".

Vi opfordrer jer alle til at støtte op omkring dette initiativ ved at lave et event på socialt medie, på jeres arbejdsplads eller hvad I kan finde på - uanset om I arbejder kommunalt, regionalt eller privat. Målet er at skabe opmærksomhed i befolkningen på vores speciale og faggruppe, og naturligvis bækkenbunden. Så frem med kreativiteten!

Vi vil meget gerne modtage jeres kreative opslag, så de kan deles på DUGOF’s facebookside - så send dem gerne til dugof@fysio.dk
... Sí meira ..Sí minni ..

11.01.2024

Myndir, Havnar Fysioterapi hevur lagt út ... Sí meira ..Sí minni ..

17.11.2023

Í dag hava vit havt gjøgnumgongd og vitanardeiling um okkara BAUERFEIND vørur🙂

Í summum førum kann ein góð bandasja, kompressiónssokkur ella kompressiónserma gera munin í samband við viðgerð, uppvenjing og fyribyrging av skaðum👍

Um tú heldur teg hava tørv á einari góðari bandasju ella aðrari vøru frá BAUERFEIND, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum til nærri kunning 🙂

Ring 285022 - 312131 ella skriva til fysioterapi@fysioterapi.fo
... Sí meira ..Sí minni ..

19.10.2023
Í dag hava vit havt
Meira ...
Back To Top